Johan Mortensen, PF Restorffs Bryggjarí
???
Nógvir Føroyingar kenna áhugafelagið DANSKE ØL-ENTHUSIASTER. Hetta felag er sera virkið í Danmark og hevur umleið 7.000 limir og við skjótt vaksandi limatali. Endamál felagsins er at nøra og kveikja áhugan fyri øli og at útvega dønum gott øl.
Tað er sera hugaligt at menn (kvinnur?) hava tikið stig til at stovna eitt føroyskt systurfelag og hevur felagið fingið heppna heitið FØROYSKIR ØLVINIR. Felagið fer at virka eftir sama leisti sum danska móðurfelagið.
ØLVINIR hava fyri-skipað eina meting av Jólabryggjunum hjá føroysku bryggjaríunum, og er tað væntandi, at Ølvinir fram-yvir eisni fara at sammeta føroyskt og útlendstk øl, fyriskipa smakkiroyndum, bryggjarívitjanir osfr. Hetta hevur áhuga hjá øllum, sum væl dáma øl, og fremur tað eisini kappingarhugan millum bryggjaríini, tá kompetent fólk taka dagar ímillum framleiðslurnar.
Bert er tað spell, at okkara avoldaða rúsdrekkalóg forðar bryggjaríunum at lýsa við tess framleiðslum og yvirhøvur verða líki virkin sum útlendsk bryggjarí við marknaðarføring, kunning um øl og mat osfr., og so sjálvandi skal bryggjast øl sterkari enn 5,8%. Nær torir nakar politikari at taka stig til at broyta hesa lóg? Sum kunnugt kosta promillur atkvøður!
Vit ynskja Føroysk-um Ølvinum gott skúm.