Fyrimyndin á Stóra Dímun
Bóndahjúnini á Stóra Dímun hava valt at búgva har við tí, sum har við fylgir. Tey taka við fylgjunum av at búgva avbyrgd. Tyrlan kemur tríggjar ferðir um vikuna, soleiðis, at tey fáa post og kunnu gera ørindi. Hetta er nokk. Um tey vildu havt frítt at koma og fara minst eina ferð um dagin, høvdu tey ongantíð funnið uppá at búsett seg á eini útoyggj.
Bóndahjúnini á Stóra Dímun hava arbeitt hart fyri at fáa tað, sum tey hava. Og tað hava tey megna uttan at biða óneyðuga millióna upphædd úr landskassanum til dagligt ferðasamband. Um hini útoyggjafólkini ætla at gera sær nakra vón um eina tilveru, har tey búgva, mugu tey eisini smoyggja ermarnar upp og góðtaka ta avbyrgjan, ið tey sjálv hava valgt.
Bóndahjúnini hava arbeitt fram ímóti at fáa eitt av Heilsufrøðiligustarvsstovuni góðkent sláturvirki á Stóra Dímun, og hevur hetta eisini eydnast teimum. Tey hava sjálv, og við góðari hjálp frá vinum og familju, bygt hetta sláturvirki.
Í telefonsamrøðu við bóndan, Óla Jákup úr Dímun, segði hann seg vera samdan við mær um, at tá ein velur at búgva á eini útoyggj, kann ein ikki vilja fara í “SMS” hvønn dag. Ein verður noyddur at góðtaka sína støðu. Ferðasamband er tó alneyðugt, bara ikki hvønn dag.
Bóndahjúnini á Stóra Dímun siga seg ikki bert klára seg væl, men tey trívast eisini væl. Tað er júst hetta, eg eisini havi víst á í fyrru greinunum. Um tú ikki trívist á útoyggj, hevur moderniseringin óivað fingið fastatøkur á tær, og er møguliga tíðin komin at flyta til eitt fólkaríkari øki sum Klaksvík, Skálafjørðurin, Vágoy ella Tórshavn. Tað snýr seg nevniliga ikki bert um ferðasamband, men eisini, og framíhjá, um trivnað á staðnum - í gerandisdegnum eins og í frítíð.
Alt tað besta
Tá tosað hevur verið um útjaðaran tey síðstu 20-30 árini, hevur lítið og einki kjak verið um hetta, bert uppøsing um tey, ið dittaðu sær at tala orð ímóti menningini av útjaðaranum. Longu her er galið. Tá tað ikki ber til at tosa um menning av útjaðaranum, bæði fyri og ímóti, við “cost-benefit” analysum o.s.fr., so er kjakið og viðgerðin av útjaðaranum og útoyggjum farið av sporinum. Tað er í hesum álvarsama ljósi, eg ynski, at vit tosa um hetta. Kritikkur er ikki neiligur hugburður, men upplegg til betri kjak, skilagóða viðgerð og munagott úrslit.
Vit mugu hava høvdið við okkum, tá vit tosa um íløgur upp á millióna upphæddir. Tað má loysa seg. Tað er ikki nokk, at tað ber til, og at ferðasambandið verður betur. 300 skurðviðgerðir vóru útsettar vegna sparingar á Landssjúkrahúsinum. Tað kann ikki góðtakast.
Eg ynski øllum føroyingum alt tað besta, og júst tí eri eg ikki fyri ørskapsíløgum, sum t.d. ferjulegan í Svínoy. Henda íløga verður enn eitt fíggjarligt haft um beinini á teimum alneyðugu ábøtunum, tørvur er á, í eitt nú Landssjúkrahúsinum, sum hóast alt er fyri allar føroyingar.
Um svínoyingar hava kent seg álopnar í mínum síðstu greinum, vil eg siga, at tað er ikki tað, eg havi ætlað. Hetta hevur bert verið eitt dømi um óumhugsaðan og fyrilitarleysan útjaðarapolitik, sum hevur verið ein veruleiki í ov nógv ár, og hevur degenerera okkara mentalitet og vælferðarsamfelag. Eg ynski tykkum á útoyggj, eins og allar aðrar føroyingar, alt tað besta og góðan byrð framyvir.