Tá nýggja løgtingið verður sett leygardagin eru trettan nývald tingfólk, ið taka sæti á tingi. Av teimum eru átta tingfólk, ið aldrin hava havt sæti á løgtingi fyrr.
Millum tey átta tingfólkini er 50 ára gamli Uni Rasmussen, ið stillaði upp til løgtingsval á fyrsta sinni. Og ikki kann sigast annað enn, at tað gekk heilt væl, tí við 465 atkvøðum gjørdist hann nummar sjey av átta tingfólkum hjá Fólkaflokkinum á valinum 31. august.
Meðan tað altíð eru nøkur nýggj valevnir, ið óvæntað vinna ein sess á tingi, telist Uni Rasmussen millum teirra, ið tað frammanundan vóru greiðar ábendingar um, at ein tingsessur var ein veruligur møguleiki.
Tí til fólkatingsvalið 5. juni tók hann nevniliga tey flestu á bóli, tá ið hann gjørdist fremstur á listanum hjá Fólkaflokkinum við 827 persónligum atkvøðum. Sostatt hevði hann tikið sæti á Fólkatingi, um flokkurin vann annað umboðið.
Ferðsluóhapp
Nýggja støðan hjá Uni Rasmussen sum atkvøðuslúkur og tingmaður hjá Fólkaflokkinum er ein heilt serstøk søga, tí lagnan kundi verið so øgiliga øðrvísi.
Tað eru nevniliga knapt tretivu ár síðan, at hann sum 21 ára gamal misti sjónina í eini ferðsluóhappi á Oyggjarvegnum, tá ein hvirla tók bilin, ið hann sat í.
- Eg minnist tá vit fóru út av vegnum og komu niðan á hann aftur. Alt ímillum har er burtur. Men tað var beinanvegin, at eg varnaðist, at eg ikki sá nakað, sigur Uni Rasmussen, tá eg hitti hann til eitt prát í Sjóndeplinum í Havn.
Men heldur enn falla í fátt yvir sína lagna og syrgja tað, ið kundi verið, valdi hann at hugsa frameftir.
- Eg visti beinanvegin, at mítt lív steðgaði ikki har á Oyggjarvegnum. Í staðin valdi eg at hugsa um hvat eg skuldi fara í holt við og koma víðari við lívinum, sigur Uni Rasmussen.
At hann hevur livað hesi orð er eingin ivi um, tí umframt at vera nývaldur løgtingsmaður er hann massørur, hotellstjóri, informatikassistent og býráðslimur í Eysturkommunu.
Hundurin ikki við
At ein blindur tingmaður nú kemur at hava sína dagliga gongd í løgtinginum kann hugsast at hava nakrar avbjóðingar við sær. Hóast tað ikki er so langt síðan, at bygningurin varð umvældur, so er hædd ikki tikin fyri, at blind hava sína dagliga gongd har. Men nýggi tingmaðurin er bjartskygdur.
- Í fyrstu atløgu síggi eg ikki nakran trupulleika. Ivamál er um skipanin á telduni, ið ger tað møguligt at lesa tekstir, riggar við heimasíðuni hjá løgtinginum, men Jonhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, er jaligur, og hevur sagt, at um tað er nakað, ið manglar, so verður tað klárt, sigur nýggi tingmaðurin og leggur afturat.
- Men eg vænti ikki, at hundurin kemur við inn í tingsalin. Møguleiki er tó fyri at koyra hann inn í eitt rúm í húsinum, um tørvur er á tí.
At royna nakað nýtt uttan at vita, um tað eydnast, er ikki ein nýggj støða hjá Uni Rasmussen. Tvørturímóti hevur tað nærum verið ein fastur táttur í lívinum hjá honum.
- Fólk hava mangan lyndi til at seta tað upp soleiðis, at blind kunnu ikki hetta ella hatta, men í mongum førum mugu vit royna tað, áðrenn vit vita, um tað letur seg gera ella ikki. Tað havi eg gjørt gjøgnum lívið og soleiðis funnið út av hvat letur seg gera. Eg havi aldrin fest meg í hvat og hvussu, men gleðist tá ting lukkast, sigur Uni Rasmussen.
Víðakenda avtalan
Hóast eitt framúr gott persónligt úrslit á fólkatingsvalinum lá tað ikki í kortunum, at Uni Rasmussen skuldi stilla upp til løgtingsvalið.
Beiggi Uni Rasmussen er Jóan Magnus Rasmussen, ið seinastu árini hevur havt sæti á tingi sum varamaður hjá Fólkaflokkinum. Og teir báðir høvdu gjørt eina nú víðakenda avtalu um at býta valini millum sín. Uni stillaði upp til fólkatingsvalið, meðan Jóan Magnus tók sær av løgtingsvalinum.
Og hóast sína støðu sum nýggjur atkvøðuslúkur hjá Fólkaflokkinum var tað ein avtala, ið Uni Rasmussen hevði alla ætlan at virða.
- Vit høvdu eina avtalu og eg ivaðist ikki, at soleiðis bleiv tað, svarar Uni Rasmussen, tá hann verður spurdur, um úrslitið til fólkatingsvalið ikki broytti støðutakanina.
So vísur var hann í, at tað bleiv einki valstríð fyri sítt viðkomandi, at hann keypti sær eina ferð av landinum nakrar fáar vikur áðrenn valið.
- Onnur søgdu við meg, at eg skuldi stilla upp, men eg var vísur í, at so bleiv ikki, tí eg hevði eina avtalu við beiggja mín um tað. Eg valdi enntá at keypa mær ferðaseðlar til Spania, ið ikki kundi broytast. So eg var í Spania frá 13-20 august, og kom aftur 11 dagar áðrenn valið, greiðir Uni Rasmussen frá.
Avgerðin hjá Jóan Magnus Rasmussen ikki at stilla upp til løgtingsvalið kom kortini ikki óvart á beiggjan.
- Hann hevði spurt meg áðrenn hann tók avgerðina, um eg var áhugaður at stilla upp, um hann valdi at gevast. Tað segði eg sum var, at tað var eg. Eg sá ein møguleika, ið eg vildi royna. So tá hann boðaði flokkinum frá, at hann ikki stillaði upp, nevndi hann, at eg var áhugaður, sigur Uni Rasmussen.
Á ting
Tá beiggin avgjørdi ikki at stilla upp til løgtingsval fór Uni Rasmussen alt fyri eitt til verka at vinna ein av teimum 33 sessunum.
- Eg merkti stóran mun á valstríðnum. Samanborið við løgtingsvalið var fólkatingsvalið ikki serliga nógv um politisk mál, sigur hann og leggur afturat.
- Í valstríðnum vísti eg millum annað á, at neyðugt er við einari heildarætlan fyri menning og endurmenning hjá teimum, ið bera brek ella hava fingið varandi sjúkur. Harumframt hevur fiskivinnan eisini fylt nógv hjá mær.
Og tá tíðin kom enn einaferð at sita og bíða eftir valúrslitinum, gjørdist skjótt greitt, at valstríðið bar á mál.
- Eg føldi meg rættiliga tryggan áðrenn valúrslitini komu av Argjum og Havn. Persónliga atkvøðutalið hjá mær var so mikið høgt, at tað var týðiligt, at tað fór at eydnast. Onkur, sum ikki var úr Havn, skuldi fáa øgiliga nógvar atkvøður í høvuðsstaðnum, um tey skuldu yvirhálað meg, sigur Uni Rasmussen.
Og aftaná tvey valstríð upp á eitt summar er hann nú klárur at fara til verka í sínum nýggjum starvi á løgtingi.
- Tað er ein serlig kensla at verða valdur. Men nú byrjar tað veruliga arbeiði. Tað er nú eg skal arbeiða fyri fólkið her á landi, sigur Uni Rasmussen.
Trý ára royndir
Politiska yrkisleiðin hjá Una Rasmussen byrjaði annars fyri trimum árum síðan, tá hann stillaði upp á lista A í Eysturkommunu. Við 115 persónligum atkvøðum bleiv hann toppskorari hjá lista A, ið eisini gjørdist størsti listin á valinum.
- Tá var eg klárur at blíva borgarstjóri, um eg fekk tað í boði, men tað bleiv ikki so, minnist Uni Rasmussen aftur á.
Kommunuvalið gav honum hug at royna meira, so tá fólkatingsvalið nærkaðist, valdi hann enn einaferð at stilla upp.
- Eg helt tað vera stuttligt at vita, hvat eg kundi fáa til eitt fólkatingsval, men gjørdi tað eisini fyri at hála nakrar atkvøður til flokkin. Vónin tá var bara at enda rímiliga ovarlaga, so um flokkurin fekk eitt umboð, slapp eg kanska onkran túr á Fólkating, sigur Uni Rasmussen.
At hann skuldi blíva toppskorari kom tískil óvart á hann, tá hann sat heima í Gøtu valkvøldið og fylgdi við úrslitunum.
- Líka til tað seinasta var eg sannførdur um, at úrslitið í Havnini fór at broyta tað. At onkur annar fór framvið, men tað hendi ikki. Eg hevði sagt við konuna áðrenn, at um eg fekk færri enn 300 atkvøður var eg ikki nøgdur, men um tað vóru fleiri enn 500 var eg ordiliga væl nøgdur, sigur Uni Rasmussen, ið fekk 827 atkvøður.
Útilokar einki
Tá Uni Rasmussen varð valdur í býráðið í Eysturkommunu fyri trimum árum síðan smæddist hann ikki burtur, men var klárur at taka við borgarstjórasessinum, um hann fekk møguleikan.
Fólkaflokkurin situr í hesum døgum í samráðingum við Sambandsflokkin og Miðflokkin um eina nýggja samgongu millum flokkarnar. Tískil er landsstýrissessur ein møguleiki, men hesa ferð er hann eitt sindur meira varin.
- Eg havi ikki hug at úttala meg um, hvat eg kundi hugsa mær. Men eg vóni at tað verður ein borgarlig samgonga, sigur Uni Rasmussen.

Lívið steðgaði ikki á Oyggjarvegnum

