Mánadagin andaðist 50 ára gamli Hans Oluf Johannessen úr Klaksvík. Hann var skipari umborð á Kvikki, sum var í fiskiskapi.
Torleif Sigurðsson, reiðari, sigur, at Hans Oluf legðist sjúkur við fepri umborð. Men hann versnaði skjótt, og manningin avráddi tí, at ikki var ráðiligt at hava hann verandi umborð.
Reiðarin sjálvur boðaði alarmsentralinum frá, sum koyrdi boðini víðari til Sjóbjargingarstøðina.
Tyrlan fór úr Vágunum klokkan 10.40 og góðar 20 minuttir seinni var hon á staðnum. Skjótt varð borið at og eitt korter seinni fór tyrlan avstað við skiparanum.
Hon kom til Klaksvíkar, beint áðrenn klokkan var hálvgum tólv, og Hans Oluf varð fluttur beina leið á Klaksvíkar sjúkrahús. Men tað var tíverri ov seint, og hann var deyður, tá hann kom fram.
Bóru skjótt at
Torleif Sigurðsson sigur, at bjargingararbeiðið gekk sera skjótt og professionelt fyri seg, og hann rósar teimum fyri teirra arbeiði.
? Eg haldi, at tað er sera týdningarmikið at gera vart við, at bjargingararbeiðið gekk bæði skjótt og væl, men tíverri stóð lívið hjá honum ikki til at bjarga, sigur Torleif Sigurðsson, reiðari.
Hann heldur fram, at Kvikk kom inn á Klaksvík um áttatíðina týsmorgunin. Veiðan verður løgd upp, og so síðani verður Kvikk lagdur, inntil viðurskiftini eru fingin uppá pláss.