Lívið hjá Girls Aloud-stjørnu oyðilagt

Eydnan í hjúnarbandinum hjá Girls Aloud-stjørnuni, Cheryl Cole, er burtur. Fyri stuttum traðkaði ein ljóshærd einsamøll mamma fram og segði, at hon hevði verið saman við manninum hjá Cheryl, fótbóltsstjørnini Ashley Cole, stutt undan jólum. Sangarinnan fekk hetta at vita, tá ið ein av liðfeløgunum hjá Ashley í Chelsea, í gjár opnaði tíðindablaðið, har 22 ára gamla einsamalla mamman segði sína søgu við yvirskriftini: ? Ashely er Cheryl ótrúgvur?. Tíðindini komu sum eitt stórt vónbrot fyri Cheryl, sigur ein góður vinur:? Hon er vanliga ógvuliga sterk, men tók grátandi uppaftur og uppaftur, at Ashley hevði oyðilagt lív hennara. Sambært Now Magasine høvdu Ashley og Cheryl eitt stórt klandur aftaná. Frú Cole hevur sagt, at hon ikki veit hvat hon skal gera beint nú. Aimee Walton, ið tann 22 ára gamla konan eitur, heldur fast við, at hon var saman við Ashley 8. Desember í fjør. Hon møtti eftir øllum at døma fótbólsspælaranum á einum vertshúsi í Piccadilly og sigur: Eg hopi, at Cheryl skilir hvør hann er fyri ein. Ein svíkjari og lygnari. Parið bleiv gift fyri bara 18 mánaðum síðani. Tað skrivar Tv2.dk.