Lívga um seyðahald sum ítriv

- Eg gjørdist rættiliga vónsvikin, tá eg sá hoyringsuppskotið til kunngerð um heimaframleiðslu, sigur størsti seyðabóndi í Føroyum.

- At árligi umsetningurin í kunngerðini um heimaframleiðslu ikki skal verða hægri enn 200.000 krónur, politiskt favoriserar seyðahald sum ítriv og er ein beinleiðis háðan av okkara arbeiði.

 

Tað sigur Jóhan Jógvansson, bóndi í Dúvugørðum í Saksun, sum er Føroya størsti seyðabóndi. Tað, sum hann sipar til, er kunngerðin um heimaframleiðslu, sum Uttanríkis-og vinnumálaráðið hevur sent út til hoyringar.

 

- Eg gjørdist rættiliga vónsvikin, tá eg sá hoyringsuppskotið til kunngerð um heimaframleiðslu.

 

Jóhan Jógvansson vísir á, at sum størsti framleiðari av seyðakjøti í Føroyum, hevur hann lagt nógva orku í landbrúkið og hevur átikið sær váða fyri at fáa seyðahaldið upp á eitt heilvinnuligt støði.

 

- Í ætlaðu kunngerðini hjá Uttanríkis-og vinnumálaráðnum stendur, at ”treytin fyri skráseting er, at matvøran er framleidd, hagreidd og tilvirkað á ogn framleiðarans, og at samlaði árligi umsetningurin er minni enn 200.000 krónur…”

 

Bóndin heldur, at júst henda áseting politiskt favoriserar seyðahald sum ítriv og er ein beinleiðis háðan av hansara arbeiði.

 

- Sjálvandi skulu reglurnar vera líka fyri allar. Eg dugi ikki at síggja, hví smáframleiðarar í hesum føri skulu hava framíhjárætt at selja sínar vørur til handlar og matstovur - uttan heilsufrøðiliga góðkenning.

 

Jóhan Jógvansson vísir á, at størsti parturin av slíkari smáframleiðslu í Føroyum verður latin ella seld í durasølu, og hetta er í flestu førum nøktandi.

 

- Eg vildi mett, at durasølumarknaðurin er nóg mikið til ítrivsframleiðsluna. Hjá teimum, sum ynskja at selja í handlar, ber væl til antin at skapa sær umstøður - ella at taka upp samstarv við aktørar sum eru løggildir.

 

Bóndin sigur, at um henda kunngerð verður lýst, soleiðis sum hon er orðað, merkir tað - soleiðis sum hann skilir hesa áseting - at tað verða seriøsir vinnuligir framleiðarar, sum fáa meirútreiðslur til løggilding, meðan ítrivsframleiðsla sleppur undan.

 

- Samstundis, sum vit, ið hava eitt størri vinnuligt brúk, fáa hesa útreiðslu, sleppur hvør Hanus og Janus, sum eigur nakrar fáar seyðir, flettir í tilvildarligum fjósum ella kjallarum - frítt at kunna selja sínar vørur.

 

Jóhan Jógvansson heldur, at hesi viðurskifti eiga at verða eins fyri øll og ikki soleiðis, at tað verða smáframleiðarar, ið hava framíhjárætt at selja sínar vørur til handlar og matstovur.