Eiðis kommuna bjóðar nú øllum sínum borgarum ókeypis skeið í lívbjargandi fyrstuhjálp til hjartasteðg.
Hetta ger kommunan í kjalarvørinum av, at kommunan hevur valt at keypa fleiri hjartastartarar. Bert ein hjartastartari hevur verið í kommununi, men nú hevur kommunan keypt tríggjar afturat. Ætlanin er at tveir skulu vera á Eiði, ein við Ljósá og ein í Svínáum.
Tað, at so mong sum tilber duga at brúka hjartastarara og hava eitt 4-tímar skeið í fyrstu hjálp, kann hava avgerandi týdning fyri fólkið í nærumhvørvinum. Sjálvsagt hevði verið best um vit aldri høvdu tørv á at brúka hetta skeið, men við einum tílíkum skeiði, eru vit munandi betur ílatin tá talan er um eina møguliga vanlukku ella hjartasteðg.
Tað er gleðiligt at síggja, at alsamt fleiri hjartakveikjarar eru settur upp kring landið, men líka týdningarmikið er tað, at fók eru, ið duga at nýta tólini. Tí er tiltakið frá Eiðis kommunu sera kærkomið. Hjartakveikjararnir kunnu bjargamannalívum. Tað er tí av størsta týdningi, at fólk duga at handfara teir, um tørvur skuldi verið á teimum.










