Boð vóru í dag eftir bjargingarbátinum Rescue Lív, tí ein fiskibátur var steðgaður upp út fyri Glyvursnesi. Tað upplýsir vakthavandi á MRCC-støðini.
Ein maður var einsamallur umborð á bátinum, tá motorurin steðgaði upp. Tað eydnaðist ikki at fáa gongd á motorin aftur og tí heitti hann um at blíva sleipaður til Skopunar.
- Klokkan 12.56 ringdi løgreglan til okkum, tí hann hevði vent sær til teir. Rescue Lív var úti í Nólsoy í øðrum ørindum tá, men var á veg inn aftur á Havnina. Klokkan 13.08 fór bjargingarbáturin úr Vágsbotni og longu fimm minuttir seinni, klokkan 13.13, var hann hjá bátinum. Síðan bleiv hann sleipaður til Skopunar, har teir komu fram klokkan 14.30, upplýsir vakthavandi.