Lív á Setrinum

TÍÐINDASKRIV

Fríggjadagin 23. juli fáa 5 lívfrøðingar handað prógv á Fróðskaparsetrinum.
Prógvhandanin verður kl. 15.00 á Náttúruvísindadeildini í Ovastovu úti í Nóatúni.
Prógvhandanin er endin á einari 3 ára bachelor útbúgving, sum byrjaði á heystið 2001. Hesi 3 árini hava næmingarnir lært um livandi verur, um náttúruna og náttúruviðurskifti. Serligur dentur hevur verið lagdur á at viðgera tað, sum hevur við Føroyar og føroysk viðurskifti at gera.
Útbúgvingin endaði við einari verkætlan, sum næmingarnir sjálvir hav valt sær. Tríggjar verkætlanir vórðu gjørdar á hesum sinni. Tær eru í stuttum viðgjørdar niðanfyri.
Vilt tú vita meira, kanst tú seta teg í samband við Eyðfinn Magnussen Tel 35 25 59 (beinleiðis) ella 35 25 50 (umstilling). Eisini ber til at senda teldupost á: EydfinnM@Setur.fo
Gágga fiskar meira tosk, meðan høgguslokkurin er betur til hýsu
Jack Hummeland Jacobsen og John Joensen hava kannað hvat agn fiskar best á línu og hvussu agnið ávirkar støddina á fiskinum, sum verður fingin. Kanningarnar hjá teimum báðum vístu, at gágga fiskar meira tosk enn høgguslokkur, meðan høggu-slokkurin er betur til hýsu. Eisini vístu kanningarnar, at fiskurin, sum verður fingin við gággu, er størri enn tann, ið verður fiskaður við høgguslokki.
Hvussu kunnu smoltstøðirnar fyribyrgja, at soppur ger enda á rognunum
Sølvi Espeland og Petra E. Hansen kannaðu hvussu smoltstøðir kunnu fyribyrgja, at soppur ger enda á rognunum. Soppavøkstur á rognum er ein vanligt fyribrigdi á smoltstøðum. Trupulleikin hevur higartil verið loystur við at rognini verða viðgjørd við tí kemisk evninum Malakitt-grønt, men at hetta evnið er undir mistanka, at verða krabbameinselvandi, er forboð sett móti, at tað verður nýtt í matfram-leiðslu. Í sínum kanning-unum hava Sølvi og Petra kannað ymisk onnur evnir, sum í staðin kunnu verða nýtt at fyribyrgja soppa-vøkstri á rognum hjá æla-bogasílum. Úrslitini vístu, at evnið Pyceze gav tað besta úrslitið.
Glýsufiskurin á Føroyabanka
Marita Debess Magnussen hevur skrivað um lívfrøðina hjá glýsufiskinum á Føroyabanka. Glýsu-fiskurin er ein lítil fiskur, einar 15-20 cm til longdar, sum við Føroyar bert er at finna á Føroyabanka. Í uppgávuni hevur Marita kannað útbreiðslumynstrið hjá glýsufiskinum á bankanum, hvussu hann veksur, nær hann gerst kynsbúgvin og føðina hjá glýsufisk-inum.
Meira kann lesast um uppgávurnar á internetinum:
www.sleipnir.fo/setur/nvd/bs_uppg/BS-verkaetl.html