Lív Poulsen um kappingarár: Enn eri eg ung og eg fari at njóta tað

Lív Poulsen er 17 ára gomul, og Í november 2017, sum 15 ára gomul, flutti unga vestmannagentan,niður á ítróttareftirskúlan IS

Lív Poulsen byrjaði beinanveg á u16 liðnum hjá FC Midtjylland, sum nú eitur Herning Ikast Håndbold. Ungi høgrivongurin sigur, at henni dámdi sera væl fyrstu tíðina í Danmark, og at hon beinanvegin treivst væl. Sama kappingarár vann hon saman við liðnum sítt fyrsta Danmarksmeistaraheitið.

Niðanfyri havi eg sett unga stjørnuskotinum nakrar spurningar viðvíkjandi kappingarárinum fyri framman, men eisini einari yrkisleið sum hondbóltsspælara.

Hvørji eru tíni mál fyri komandi kappingarárið?

– Enn eri eg ung, og tí leggi eg stóran dent á at menna meg. Eg vil njóta hesi tvey kappingarárini sum eftir eru sum ungdómsleikari í HIH og bara spæla hondbólt. Málið hetta kappingarárið er uttan iva tað sama sum tey tvey undanfarnu. Eg spæli fyri at vinna, og í mai er málið at standa sum Danmarksmeistari á triðja sinni, kanska skjótt at siga longu nú, men einki er órímiligt.

Væntar tú at fáa spælitíð á besta liðinum?

– Alt kann henda, ein skaði og man skal verða klár. Rakar tú ein góðan dyst, og tú verður biðin um at verða við dagin eftir. Tað er sera týdningarmikið at verða klár og vísa góðan hugburð eisini undir venjing. Um tú ikki spælir væl, mást tú bara skumpa tað til viks, tí áðrenn tú veist av, kanst tú vera tann, sum verður biðin. 

Hví hevur tú valt at hildið fram í Danmark? 

– Eg vil bara spæla hondbólt og haldi, at møguleikarnir eru størri her í Danmark. Tað eru tíðir har eg hugsi um tað nú hevði verið líka gott heima í Føroyum, og eg ivist ikki í, at tað eisini hevði borið til. Gerandisdagurin her er bara lættari og hongur bara betur saman. Tú venur áðrenn tú møtir í skúla kl. 10 og so aftur um kvøldið. Skúlatímarnir um vikuna eru nógv færri enn til dømis á Glasi. Eg taki miðnám á trý ár, og ein skúlavika er hægst 25 tímar. Hondbólturin verður settur ovast, og tað er nokk tað, sum heldur meg í gongd, umframt at eg fái blóð upp á tonnina, tá ið tað gongur so væl, sum tað ger.

Hvat ætlar tú við hondbóltinum?

– Eg taki tað sum tað kemur, sum nú er havi eg tvey ár eftir sum ungdómsleikari, og tey árini ætli eg mær bara at njóta og royna at fyrireika meg til hondbólt á hægri støði. Síðan eg var heilt ung havi eg vant fram til, tá ið eg eri 20-22 ár. Møguleikarnir eru nógvir, og dreymurin er enn at spæla á hægsta støði.

Hvussu er munurin á støðinum í Føroyum og í Danmark?

– Munurin er stórur, um vit hyggja eftir teimum bestu í Danmark. Spælið gongur væl skjótari, og kropsliga støðið er eisini betri. Yvirorðnað er tað seriøsari, og tað verður vant nógv meir.