TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við verjuskansan, Lív F. Arge aftaná føroyska kvinnulandsliðið hevði vunnið 2-1 á Turkalandi, og harvið vunnið sær víðari luttøku í HM-undankappingini.
Lív F. Arge heldur, at klokkan gekk seint ta seinastu løtuna, tá Føroyar vóru á odda 2-1, og sigurin skuldi stríðast heim: - Tað snúði seg bara um at rudda bóltin burtur, greiðir Lív F. Arge frá.
- Tá vit komu afturum 0-1 valdu vit bara at stríðast enn meira, slær Lív F. Arge fast. Fyri Lív F. Arge hevur tað eisini sera stóran týdning, at kvinnulandsliðið nú hevur eina stóra avbjóðing við einari komandi HM-undankapping til HM-endaspælið í Fraklandi, sum verður á sumri í 2019.