Í Lív harmast tey um at missa limirnar í Føroya Lærarafelag, sum er fyrsta fakfelag og stórt, ið flytir eftirlønir sínar úr Lív yvir í Betri Pensjón.
- Tað vísir bara, at kappingin er hørð, og at kappingin virkar, sigur Poul Christoffur Thomassen, fyrisitingarleiðari í Lív.
Hann hevur tó fegin um at hava fingið at vita frá Lærarafelagnum, at Lív er fult kappingarført.
- Tað er spell, at Føroya Lærarafelag fer frá okkum nú, tí vit koma við fleiri spennandi tilboðum í 2010, sigur Poul Christoffur Thomassen.
Føroya Lærarafelag fer við øllum tryggingunum hjá limum sínum í Lív, eisini teimum, sum teknaðar vórðu fyri 2000 og hava landskassaveðhald.
Tað hendir javnan, at fakfeløg siga sáttmálan við Lív upp, tí løgfrøðiliga er tað neyðugt fyri at kunna samráðast um broytingar. Men ongantíð er tað áður hent, at nakað felag er farið úr Lív.
Beint nú hevur Lív samráðingar við nøkur fakfeløg, men ikki verður upplýst, hvørji tey eru.