Ein fløga við ógvuliga høgari tónlistarligari dygd kom fyri stuttum. Fløgan ber sama heitið, sum eitt yrkingasavn, sum varð givið út í 1946.
Í 1946 var tað Flóvin Flekk, sum gav út yrkingasavnið "Keldufar" út. Flóvin Flekk er skaldanavnið hjá Johs. Andr. Næs.
66 ár seinni er so fløgan hjá abbadóttrini, Lív Næs við sama navnið "Keldufar" komin á marknaðin.
24 ára gamla Lív Næs sigur, at hon finnur stóra inspirasjón í tí 66 ára gamla skaldskapinum, sum tann nú 92 ára gamli Johs. Andr. Næs gav út í 1946.
Í morgun vitjaði Lív Næs morgunsendingina hjá Rás2, har hon greiddi frá tí nýggju fløguni hjá sær.
Tað ber til at hoyra prátið við Lív Næs undir greinini. Ljóðbrot av tí nýggju fløguni hoyrast eisini.