Lív & The Zoo á Summar

Lív Næs spælir við bólki sínum Lív & The Zoo á ársins Summarfestivali, sum verður í Klaksvík fyrst í august.

 

Talan er um ein kvinnubólk, sum umframt Lív eisini telur Jenny J. Kragesteen, Annu Mariu Wraae og Maibritt H. Johansen. Á fleiri konsertum hava tó mannfólk verið partur av pallmyndini hjá Lív & The Zoo og so seint sum á G! Festivalinum farna vikuskiftið, har Lív & The Zoo spældu á Sandinum, var eitt nú Tróndur Enni við bólkinum.

 

Lív & The Zoo spæla í stóran mun løg, Lív Næs hevur gjørt, sum snúgva seg um alt frá grind til ein ávísan don Juan. Tað fara tær eisini at gera á Summarfestivalinum.