Lív aftur í Oljuhavnini í Runavík

Í Oljuhavnini í Runavík fegnast Eli Lassen um, at virksemið á oljuhavnini er tryggjað komandi tríggjar mánaðirnar, aftan á at virksemið har hevur verið so at siga onki í sera langa tíð

Mánadagin bóru vit tíðindini um, at boripallurin Stena Don er á veg til Føroya, tvær vikur áðrenn upprunaliga ætlað. Pallurin verður væntandi í Føroyum leygardagin 8. juli, og Rúni M. Hansen segði mánadagin við Sosialin, at tey vænta at byrja við boringini longu 13. juli.
Hetta hevur sum vera mann skunda undir virksemið á Oljuhavnini í Runavík, sum hevur ligið stilt í langsamiliga tíð. Men í morgun liggja tvey skip har, og Eli Lassen, stjóri í Oljuhavnini sigur, at fleiri skip eru ávegis.
- Tú kanst ætla, at hetta er nakað vit fegnast um, tí hetta hevur ógvuliga stóran týdning, at vit nú kunnu fara undir virksemi her á havnini, sigur Eli Lassen.
Skipini, sum koma hava útgerð og tilfar við sær. Hetta verður skipað upp á land, og so verður farið víðari út á boripallin við tí. - Alt kemur til Runavíkar, áðrenn tað fer víðari. Vit skilja og skipa tað sundur, soleiðis at tað, sum skal brúkast fyrst á pallinum, verður tað, sum kemur út fyrst, greiður Eli Lassen frá.

Hava blandað í tríggjar dagar
Ein stórur partur av arbeiðinum á Oljuhavnini er at blanda borimóru, sum verður brúkt úti á boripallinum. Borimóra er feskt og salt blanda saman. Síðani verða ymisk evni blanda upp í aftrat, men tað er ymiskt frá boripalli til boripall, hvat tey ynskja skal blandast upp í. Úti á boripallinum verður síðsta evnið tilsett, og tástaðni líkist tað veruligari móru, og kann tað tá millum annað brúkast til at køla borirnar av við.
Á Oljuhavnini hava tey longu blandað í fleiri dagar. - Vit hava blandað í tríggjar dagar nú, sigur Eli Lassen, stjóri í Oljuhavnini í Runavík.