Tá Kyndil og VÍF brustu saman fyri nøkrum árum síðani, varð tað mett at vera einki minni enn ein klassiskur stórdystur. Seinastu árini er spenningurin og áhugin undan hesum dysti minkaður, m.a. tí Kyndil reint ítróttarliga hevur verið í einum aldudali
- Kyndil skal endurbyggjast
Men nú eru ætlanirnar at fáa lív í aftur gamla ólavsøkuklassikaran millum Kyndil og VÍF. Finnur Helmsdal er virkandi formaður í Kyndli, og hann sigur við Sosialin, at hesin dysturin skal vera byrjanin uppá eina endurbygging og endurnýggjan av Kyndli.
-Í Kyndli verður hesin steypadysturin tikin í størsta álvara, og er hetta byrjanin at byggja Kyndil uppaftur, sigur Finnur Helmsdal. Við tí leikaratilgongd, Kyndil hevur havt í summar, er sera sjónligt, at Kyndil hevur ætlanir um aftur at gera seg galdandi millum tey fremstu, og leikarar sum Hans Áki Dahl Christiansen, Finnur Hansson og leikandi venjarin Jacob Jónsson verða allir at síggja í grønu troyggjuni á ólavsøku og næsta kappingarár.
Finnur Helmsdal sigur eisini, at ólavsøkudysturin móti vestmenningum skal vera byrjanin at røkka nýggjum málum, og hann leggur afturat, at vestmenningar fáa brúk fyri so mongum viðhaldsfólkum sum gjørligt í høllini á Nabb 28. juli.
- Vit leggja nógv í dystin
Ein av lyklaleikarunum hjá VÍF gjøgnum mong ár, landsliðsleikarin Ingi Olsen, sigur við Sosialin, at hóast VÍF er uttan nakrar av týdningarmiklu leikarunum, koma teir við sterkastu mannning sum tilber eftir umstøðunum.
- Tíverri mangla vit onkrar leikarar, men vit koma við sterkastu manning, sum í løtuni er tøk, sigur Ingi Olsen. Bróðurin Áki Olsen er skaddur, meðan Daniel Rapa og Ragnar Zachariassen báðir eru uttanlanda. Ingi sigur, at teir leggja nógv í dystin, ikki minst orsaka av mongu VÍF viðhaldsfólkunum, sum á hvørjum ári leita sær niðan í høllina.
- Vit hava altíð tikið ólavsøkudystin í álvara, og í veruleikanum hava vit verið nógv seriøsari enn Kyndil til henda dystin undanfarin ár, vísir Ingi Olsen á.
Ingi leggur afturat, at VÍF hevur vant í ein mánað nú, og at hesin dysturin er ein ábending um, hvussu liðini eru fyri, og at teir tískil ætla at vinna dystin eins og teir sera sannførandi hava gjørt undanfarin ár.