LÍV

Yrking

 

brakandi

brestur

frumbyrjan

megnarlop

á

dunandi

aldu

skolandi

neistar

í

kvidnar

tíðir

berandi

í

barmi

óteljandi

fon

gitin

við

lívi


lívi

litið

okkum til

til varðveitslu

sum

lán

at

umsita

og at

lata

aftur

eftir

tilmált

æviskeið


Erling S.