Láturligur dómur

Uttan at hann á nakran hátt er sloppin til orðanna, kennir Hans Áki Dal Christiansen sum offur fyri beinleiðis persónsforfylging frá Kappingarnevndini hjá Hondbóltssambandinum

Hondbóltur

- Fyri at siga akkurát, sum tað er, so luktar hetta eitt sindur for nógv. Kappingarnevndin hjá HSF hevur sitið og viðgjørt eitt mál, sum viðvíkur mær, og ikki upp á nakað tíðspunkt havi eg fingið tað allar minsta at vita um, hvat gongur fyri seg.
Hans Áki Dal Christiansen er snøgt sagt í villareið, nú Kappingarnevndin hevur givið honum leikbann í tríggjar dagar.
Orsøkin til leikbannið er tað, sum gekk fyri seg við dystarlok, tá Neistin og Kyndil spældu seinnu grannauppgerðina í grundspælinum.

Onnur kendu niðurstøðuna
Tað eru fleiri lutir í málsviðgerðini, sum Hans Áki og Kyndil sum heild eru serstakliga ónøgd við.
- Fyrst og fremst, so haldi eg tað vera løgið, at eg ikki verði spurdur eftir nøkrum sum helst. Í fleiri dagar hevur málið verið til viðgerðar, men tá eg havi spurt, hvat hendir, fái eg bara at vita, at málið ikki er viðgjørt enn. Samstundis hoyri eg týskvøldið – frá spælarum í Neistanum – at talan verður um »eina fúla karantenu«. Eg dugi ikki við mínum besta vilja at skilja, hví onnur skulu kenna til ein úrskurð, har eg sjálvur ikki havi kunna fingið nakað sum helst at vita. Og har eg enn minni havi havt ein møguleika at verja meg móti teimum ákærum, sum at síggja til verða reistar.

Persónligt offur
Og so heldur Hans Áki ikki á nakran hátt, at samsvar er millum tað, sum hann hevur hoyrt um dómarafrágreiðingina og so tað, sum revsingin tykist vera máld eftir.
- Tað, sum í veruleikanum hendir, er, at eg tosi við annan av dómarunum í løtunum eftir dystin. Tá kemur Guðrun Horn, sum sat við dómaraborðið, ímillum. Á ein sera provokerandi og niðrandi hátt roynir hon at kveistrað meg burtur frá dómarunum, og so øsi eg meg. Eg flutti hana eisini burtur, so eg aftur slapp at tosa við dómaran, men at talan var um nakran harðskap vil eg upp á tað harðasta afturvísa. Og frá dómarunum havi eg fingið at vita, at teirra frágreiðing eisini afturvísur hesum pástandi.
- Samstundis kemur sonur Guðrun, Kári Horn, eftir mær og tekur kvørkratak á meg. Men tann hendingin tykist als ikki vera tikin upp á tungu, tá málið er viðgjørt. Og tað sannførir meg bara um, at Kappingarnevndin beinleiðis hevur havt ynski um at leggja eftir Kyndli og mær persónliga, tá málið er viðgjørt.

Láturligt
Skilliga tykist Hans Áki hava ilt við at taka dómin, sum nú er feldur, í álvara. Eisini hóast hetta í løtuni stendur sum kaldur veruleiki.
- Eg veit ikki, hvussu eg skal taka hetta. Hetta er jú fullkomuliga láturligt, men samstundis standi eg stemplaður sum ein harðskapsmaður, og tað er nú ikki so stuttligt. Men hvat eg annars skal siga um málið, veit eg ikki rættiliga. Eg veit, at Kyndil fer at fundast um hetta í kvøld, og har verður støða so tikin til, hvat skal henda víðari. Tað verður so undir ongum umstøðum slept, sigur Hans Áki.