Men Landsverk gjørdi skjótt av, og longu tá klokkan var farin beint av átta, komu fólk frá Landsverki at taka húkin niður.
Vit kunnu so bara gita, at Landsverk ikki vildi koma í somu orrustu, sum í Klaksvík, har rættiligt rok stóðst, tá Landsverk ætlaði at taka burtur húkin.
Tað kundi annars verið áhugavert at vitað, um Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, og øll tingfólkini í høvuðsstaðnum høvdu lagt líka nógv fyri, sum starvsfelagarnir í Klaksvík – og fingið málið um húkin í Hoyvík upp á hægsta politiska plan í landinum og kroyst landsstýrismannin í innlendismálum í ein krók at geva undantaksloyvi at eira húkinum.
Men vit kunnu kanska geva Anskar Hansen í Klaksvík rætt, tá hann í morgun viðmerkti á Portalinum soleiðis:
NEI!!! Tit kunnu seta eina dokumentmappu upp har suðuri.... og minst til, hon mááá vera ein metur størri enn húkurin, húkin eiga vit!










