Einum manni eydnaðist at vinna nøkur lættvunnin oyru leygarkvøldið á Platform. Fimm fólk komu inn í gongina í neðra í Platform. Tey ætlaðu sær í dans. Har stóð hesin maðurin fyri teimum og segði, at tað kostaði 100 krónur fyri hvønn, og so skuldu tey fáa stempul, tá tey komu uppá. Maðurin fekk so 500 krónur, og hini fóru upp gjøgnum trappurnar. Trupulleikin var bara hann, at tá tey komu uppá, kendu starvsfólkini á Platform onki til, at nakar skuldi standa í neðra og krevja inn. Gjaldast skuldi við garderobuna. Tá hesi fólkini so fóru niður undir aftur, vóru maðurin og tær 500 krónurnar horvin. Løgreglan veit ikki nakað um, hvør viðkomandi kann hava verið.