Lættur sigur til VÍF

Kyndil?VÍF 10?31 (4?14)

 

VÍF hevði ikki torført við at vinna á Kyndli í høllini á Hálsi sunnudagin. Heili 21 mál vóru á muni, og Kyndil fekk tvey reyð kort


Hondbóltur

Stefan í Skorini


Kyndil hevði ikki nógv at bjóða uppá, tá føroyameistararnir úr Vestmanna vóru á vitjan. VÍF næstan tók sær av løttum, og munurin á liðunum var stórur. VÍF er fremst og føroyameistari, meðan Kyndil er triðniðast.

Fyrstu tjúgu minuttirnar skoraði Kyndil bara eitt mál, meðan VÍF syrgdi fyri einum jøvnum streymi inn í Kyndlamálið.

Kyndil fekk trupulleikar í seinna hálvleiki, tá tveir leikarar fingu tað reyða kortið. Ta einu løtuna vóru bara tríggir útispælarar hjá Kyndlil, og málverjin mátti skifta troyggju og spæla úti.

VÍF vísti enn einaferð, at tær hava verið ein flokk omanfyri hinum liðunum, og um tær varðveita sítt fólk, vera tær tungar at syfta næsta kappingarár.

Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Kyndil: Lotte Sørensen 3, Palma Petersen 2, Ann Hansen 2, Jensia Petersen 2, Kristbjørg Petersen 1

VÍF: Jacklin Durhuus 9, Ioana Rapa 9, Sóley Mikkelsen 4, Fríða Marjunardóttir 4, Nicolina Eyðbjørnsdóttir 3 Randi Kúrberg 2

Brotskøst: Kyndil 2, VÍF 9

Útvísingar: Kyndil 4, VÍF 1

Reyð kort: Kyndil 2

Dómarar: Hjalmar Petersen og Kristian Johannesen