Hondbóltur
Við tapinum í Vestmanna fekk Neistin ikki ta byrjan, sum teir høvdu ætlað sær í manskappingini í hondbólti.
Hetta skuldi rættast sunnudagin, tá grannauppgerð var móti Kyndli, sum í løtuni er rættiliga langt frá teirri styrki, sum grøni búnin vanliga borgar fyri.
Ein løtu megnaði Kyndil kortini at fylgja við teimum bláu, men orkan tóktist ikki vera til hondbólt við fullari ferð í 60 minuttir.
Seinastu løtuna undan steðginum slapp Neistin nevnliga avstað, tá teir skutu fimm mál á rað, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur. Kyndil megnaði ongan tíð at minka hendan munin aftur, og so kann Neistin spakuliga byrja at hyggja longur upp eftir á stigatalvuni, har tað enn bert eru tvey stig, sum resta, áðrenn fult samband er við ovastu liðini.
Hjá Kyndli ræður hinvegin einamest um at finna sær nýtt grundarlag at byggja liðið á. Tí hóast Jónleif Sólsker og Bárður Johannesen eru framúr hondbóltsspælarar, so kunnu heldur ikki teir renna undan navnabrævinum. Báðir gearaðu teir niður til hugnabólt fyri skjótt fleiri árum síðani, og tað eigur eitt somikið stórt felag sum Kyndil eisini at loyva teimum at gera.
Fakta um dystin
Neistin-Kyndil 33-26 (16-12)
10 min: 6-6
20 min: 11-9
40 min: 23-18
50 min: 28-20
Málskjúttar
Neistin: David Edvardsen 7, Jugoslav Djumic 5, Tróndur Kragesteen 5, Finnur Hansson 5, Blagoje Buha 4(1), Karl Herup Olsen 4, Áki Mørk 3
Kyndil: Jónleif Sólsker 7, Bárður Johannesen 7(1), Andreas Sólsker 3, Rói Lamhauge 2, Kenn Zachariassen 2, Hans Áki Dal-Christiansen 2 (1), Tummas Pauli Hanusarson 2, Hans Arni Thomsen 1
Brotskøst: Neistin 2, Kyndil 4
Útvísingar: Neistin 2, Kyndil 1
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen