Hægri kommunalur skattafríur botnfrádráttur í Havn hevði givið serliga lág- og miðal inntøkum væl meiri tøkan pening aftan á skatt enn higartil, sigur Jógvan Poulsen, formaður í Havnar Framburðsfelag.
Tað hevði gagnað serliga fólki við lægri og miðal inntøkum í Havnar kommunu, um tann skattafríi botnfrádrátturin, sum nú er 30.000 kr, hevði verðið hækkaður upp í 65.000 kr.
Hvør skattaborgari hevði fingið 7.300 kr av sínum skattapengum aftur frá kommununi.
Havnar Framburðsfelag, valfelag Fólkafloksins í Suðurstreymoy, hevur við verandi býráðslimum floksins og komandi valevnum til býráðsvalið í heyst samtykt, at havnarfólk skulu sleppa at tjena meiri, áðrenn tey byrja at gjalda skatt.
Landstýrið, har Fólkaflokkurin við Jørgen Niclasen umsitur fíggjarmál, hækkaði skattafría botnfrádráttin í landsskatti úr 30.000 kr heilt upp í 65.000 kr. Tað gav føroyingum størsta skattalætta nakrantíð.
Tórshavnar Kommuna eigur at gera landstýrinum bragdið eftir. Ein og hvør hækking í inntøkunum hjá kommuni eigur at fara út aftur til borgarnar, sum hava goldið ov nógv.
Kommunan skal rekast fyri somu krónuupphædd sum í ár. Tað gevur grundarlag fyri fíggjarliga skynsomum skattalækkingum.
Vit meina, at fólk duga best sjálv at umsita sín egna pening.
Um Fólkaflokkurin fær nóg stóra undirtøku til býráðsvalið, megna vit at gera neyðugu skattalækkingar í Havnar kommunu.
Vit hoyra nógvar kærur um, at láglønt og støk hava trupult við at fáa endarnar røkka peningaliga. Hendan skattaábót hevði gjørt tað lættari hjá fólki at fingið meir burtur úr sínum arbeiði og inntøkum.
Í farnu viku boðaði Framburðsfelagið frá, at Fólkaflokkurin í komandi býráði ætlar at lækka skattaprosentið niður um 20%. Lægri skattaprosent gevur øllum skattaborgarum lutfalsliga sama skattalætta.
Men ein skattalætti við hægri botnfrádrátti hevði gagnað serliga teimum lægru og miðal inntøkunum, eitt nú fólk við parttíðar arbeiði og ungdómi í útbúgving til at fíggja lesnaðin.









