Apotekið skal ikki longur hava einkarrætt at flyta inn náttúruheilivág til Føroya.
Tað ætlar Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Hann lýsir nú kunngerð, har ymiskur náttúruheilivágur ikki longur verður fevndur av einkarrættinum hjá Apotekinum at innflyta heilivág.
Nógv dømi eru um, at hald verður lagt á ymsan náttúruheilivág, vitaminir og mineralir, sum fólk keypa sjálvi uttanlands, tí Apotekið hevur einkarrætt til at innflyta heilivág av øllum slagi.
Men sum tíðin er liðin er tað vorðin siðvenja gera ymisk undantøk og í seinastuni hava Heilsumálaráðið og Apoteksverkið arbeitt við at skipað hesi undantøk neyvari í eini kunngerð, soleiðis at somu reglur verða galdandi hesum viðvíkjandi í Føroyum sum í Danmark.
Karsten Hansen sigur, at hetta fer at gera skipanina smidligari at fáast við.