Framyvir skulu foreldur Havn, sum hava útreiðslur til fleiri enn eitt dagstovnapláss, rinda fult gjald fyri bíligasta plássið og 75% fyri dýraru plássini. Tórshavnar kommuna samtykti á býráðsfundi í gjárkvøldið, at broyta systkinaavslátturin soleiðis, at foreldur, sum hava fleiri børn á stovni, framyvir skulu rinda fult gjald fyri bíligasta plássið og 75 prosent av dýraru plássunum. Í verandi skipan rinda foreldrini fult gjald fyri dýrasta plássið og 75 prosent fyri hini. Í fundarfrágreiðingini frá býráðsfundinum sigur eitt samt býráð, at endamálið við broytingini er at lætta um fíggjarliga hjá smábarnafamiljum.
Umframt broytingina í foreldragjaldinum hevur kommunan eisini í hyggju at rinda 75 prosent av rakstrinum á dagstovnunum. Hetta merkir, at foreldrini rinda 25 prosent og at foreldragjaldið fer niður við 5 prosentum. Ætlanin er at henda skipan skal koma í gildi 1. januar 2008.