Lættari at vísa fólki úr USA

Neyðugt verður ikki at stilla fólkini fyri dómara, áðrenn tey verða send av landinum.

Stjórnin í USA fer í dag at leggja fram lógarbroyting, ið skal geva markarløgregluni víðkaðar heimildir til sokallaðar framskundaðar útvísingar.

Undir nýggju reglunum kann markarløgreglan senda fólk av landinum, ið ikki kunnu prógva, at tey hava verið í USA í meira enn tvey ár. Neyðugt verður sostatt ikki at stilla fólkini fyri rætt áðrenn.

Frammanundan hevði løgreglan bert heimild at fremja framskundaðar útvísingar, um talan var um fólk, sum høvdu verið í USA í minni enn tvær vikur, og um tey vóru tikin við markið uttan innfararloyvi.

Eftir ætlan skal nýggja lóggávan koma í gildi í dag, men amerikanska borgararættindafelagsskapurin, ACLU, hevur boðað frá, at felagsskapurin fer at kæra lógina.

Amerikanski innflytarapolitikkurin hevur verið fyri hvøssum atfinningum frá mannarættindafelagsskapum seinasta hálva árið, eftir at ringu umstøðurnar á varðhaldsstøðunum til innflytarar komu undan kavi. Serliga hevur verið funnist at, at tey, ið verða sett í varðhald, hava avmarkaða atgongd til toilette- og hygienuvørur, umframt at børn verða tikin frá foreldrunum og sett í búr.

 

Væntað verður, at Trump forseti fer at leggja serligan dent á innflytarapolitikk til komandi val.