Til seinasta løgtingsval gjørdist flokkurin hin størsti í landinum, og í hesum valskeiði fekk flokkurin nýggjan formann. Hóast miklan ágang frá øllum síðum er tað eyðnast tjóðveldisflokkinum alsamt at vera hin størsti flokkurin til allar veljarakanningar síðani.
Høgni Hoydal hevur megnað at byggja brúgv millum tey, ið stovnaðu flokkin fyri stívliga hálvthundrað árum síðani og annað og triðja ættarlið. Øll, ið vilja framat í politikki munnu hugsa um, hvussu tað letur seg gera at fremja slík avrik Svarið er: Altíð væl fyrireikaður, skilagóður, siðiligur og høviskur - hann letur seg ikki øsa, dugur at stýra sær.
Nú er so fyrsta veljarakanning kunngjørd eftir at valið er útskrivað. Okkurt bendir á, at fjáltur er á onkrum flokki. Slíkt kann lætt føra við sær hart valstríð, har onkur ella fleiri av valevnum floksins fara at kenna seg provokeraðan. Væl verið tykkum valevnum floksins; missið ikki tamarhaldið á tykkum, mong hava verið noydd at ásanna, at forrent er ikki at kunna tiga við afturvirkandi kraft.
Umráðandi er við virðiligum hampafólki á fólkatingi, men tað er eisini alneyðugt at øll umboð floksins duga at liva og virka í løgtinginum og allastaðni í Føroyum. Í mong ár hava nógv kent andstygd og vaml fyri tí, ið oyra má hoyra úr Føroya Løgtingi. Tí eru mong, ið ikki vita, hvat tey skulu eins og bólkur teirra, ið ætla at sita heima - helst av somu grund - er alt ov stórur.
Kæru tit 18, ið eru á lista tjóðveldisfloksins til fólkatingsvalið. Tit hava eina góða søk. Setið ljóskastaran á hana og bert hana. Fylgja tit atburðarlagi formansins kunnu tit meðvirka í, at flokkurin ikki bert er størsti flokkur, men gerst ein fólkafylking.
Eg vóni, at tit, ið stilla upp fyri fyrstu ferð kenna tykkum væl í Tjóðveldisflokkinum.
Latið børn tykkara og okkum, ið undan hava gingið, og sum nú ganga aftaná tykkum kunna rætta ryggin og verða errin av tykkum og latið okkum liva tann dag, tá tjóðveldið Føroyar fær pláss millum heimsins tjóðir.
Gott val!










