Lættari at finna listasavnið á Sandi

Í 2005 bleiv listasavnið á Sandi bygt, men um tú ikki veitst, hvar tað er, er lítið sannlíkt, at tú hugsar um tað, har tú gongur í bygdini. Einki veruligt frámerki hevur verið á bygninginum, sum sigur tær, at her inni eru verk eftir nøkur av mætastu listafólkum okkara at síggja.

 

Vel, nú er tað broytt. Nudlavirkið hevur evnað til eitt skelti, sum skal vísa fólki, hvar Listasavnið á Sandi er.

 

Í samráð við savnsvørin, Fridu Poulsen, varð avgjørt at skeltið skuldi vísa, júst hvat sum finst í húsinum, og tí bleiv avgjørt at endurgeva eitt verk innan úr savninum.

- Og tað er ikki bara okkurt hissini. Kvinnumynd frá 1961, eftir ongum minni enn Ingálvi av Reyni, skrivar Niels Uni Dam á heimasíðuni hjá Nudlavirkinum.

 

So næstu ferð tú ert á oynni skuldi verið lagamanni at lagt leiðina inn um Listasavnið á Sandi.