BÚSTAÐIR
Tað er ein rættiliga møtimikil uppgáva at fara undir bygging av alternativum bústaðum í Føroyum sum er. Lógarverkið og politisku karmarnir eru ikki til vildar, men hetta verður øðrvísi um ikki so langa tíð. Í Almanna- og heilsumálastýrinum hava tey í drúgva tíð arbeitt við at gera nýtt lógaruppskot um Húsalánsgrunnin. Endamálið er at broyta viðtøkurnar soleiðis, at tað verður einfaldari og lættari at fíggja alternativa bústaðarbygging í Føroyum. Leisturin til uppskotið er liðugur, men enn vantar at avgreiða nakrar prinsipiellar spurningar, og tað eru hesir, ið eru orsøkin til, at tað hevur tikið so langa tíð at gera uppskotið. Nú verður lógaruppskotið raðfest so mikið høgt í Almanna- og heilsumálastýrinum, at stýrið hevur gjørt av at brúka hjálp uttanifrá at gera tað liðugt.
Ein spurningur, ið eftir er at greiða, er, hvør uppgávan hjá Húsalánsgrunninum skal vera í framtíðini. Skal hann fyrst og fremst taka sær av sethúsabygging sum higartil, ella skal hann sleppa hesi uppgávuni og fara inn á alternativa bygging burturav.
- Ætlanin er at leggja Húsalánsgrunnin, Íbúðargrunnin, og Bjálvingarstuðulsgrunnin saman við eini umsiting og grundfæið, sum er í øllum, verður grundstøðið hjá hesum. Og hesin kemur at taka sær av øllum, bæði tá ið tað ræður um at fíggja nýggjar bústaðir og til at veita pensjónistum stuðul til at bjálva og umvæla verandi bústað. Hinvegin eru nærum allir grunnarnir tiknir av, tí alt virksemi í landinum skal speglast aftur í fíggjarlógini. Hendan spurningin fara vit fyrsta dagin at viðgera saman við Fíggjarmálastýrinum, sigur Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður.
Ein annar spurningur, ið eftir er at loysa, er, hvussu býtið millum land og kommunu skal vera, tá ið ræður um ábyrgdina og uppgávuna at fara undir alternativa bústaðarbygging.
- Lógaruppskotið um Húsalánsgrunnin letur upp fyri nógvum møguleikum, tá ið vit tosa um alternativa bústaðarbygging. Uttan mun til, hvør hevur ábyrgdina av at fara undir bústaðarbygging, um tað er ein landsuppgáva ella ein kommunal uppgáva, skal Húsalánsgrunnurin kunna brúkast sum fíggingarstovnur, sigur Sámal Petur í Grund.
Bústaðarpolitikkur
Tað verður í fyrsta lagi í komandi tingsetu, at nýggja lógaruppskotið verður lagt fyri tingið. Í kjalarvørrinum á uppskotinum er væntandi, at eitt kjak um bústaðarpolitikk kemur.
- Tað hevur ongantíð verið størri áneyðir enn júst nú á einum bústaðarpolitikki fyri allar Føroyar, sigur Sámal Petur í Grund. Í Almanna- og heilsumálastýrinum fara tey at seta hol á at orða ein bústaðarpolitikk sum skjótast, men landsstýrismaðurin torir ikki at siga nakað nærri um, nær vit hava ein bústaðarpolitikk fyri Føroyar.
Stórt trot er á bústaðum, ikki bara í miðstaðarøkinum, men eisini úti um landið. Áhugafelagskapir vísa á stóran tørv á íbúðum til fólk, ið hava serligan tørv, annaðhvørt tað eru til rørslutarnað, menningartarnað, sálarliga sjúk, eldri fólk og so framvegis. Vit tosa um ein rættiliga stóran tørv og soleiðis sum ferðin er í løtuni, tekur nógv ár at nøkta hann.
- Tørvurin er bygdur upp í nógv ár og tað tekur meiri enn 2-3 ár at nøkta hann. Eitt nú tørvar teim sálarsjúku 77 íbúðir og tá tosa vit um ein tíðarkarm á 10 ár at nøkta tørvin, sigur Sámal Petur í Grund. Hósdagin tekur landsstýrismaðurin lut undir hoyringini, sum Arkitektafelag Føroya skipar fyri um bústaðarviðurskiftini í Føroyum.