Lýtt veður og sólglottar

Í dag fer ein hátrýstsryggur framvið Føroyum. Í morgin flytir eitt látrýst seg sunnanfyri Ísland seg móti Føroyum og køld luft kemur yvir Føroyar fríggjadagin.

 

Vindurin í dag fer at liggja millum 5-10 m/s av norði og útnyrðingi. Vindurin minkar út á dagin. Tað verða sólglottar av og á, men eisini møguleiki fyri ælum av og á.
Hitin fer at liggja millum fimm og átta stig.

 

Vindurin veksur aftur í nátt upp í 5-10 m/s og ættin verður sunnan og landssynningur. Yvirskíggja, men yvirhøvur turt í nátt.