Lýtt vár í Danmark

Várið í ár var eitt tað lýggjasta í Danmark í mong ár Veðurstovan DMI sigur, at í mars, apríl og mai var meðalhitin 8,3 stig, og tað er 2,1 stig oman fyri meðalhitan fyri teir tríggjar mánaðirnar í árunum frá 1960 til 1990.

Harafturat var várið í ár tað fjórðlýggjasta, síðani tær landsumfatandi hitamátingarnar í Danmark byrjaðu í 1874.

Tey trý várini, sum vóru lýggjari, vóru í 2007, 1990 og 1921. Veðurstovan sigur, at í mai var meðalhitin 11,5 stig, sum er 0,8 stig oman fyri tað vanliga. Men hetta er tann vanliga myndin í dag, tí av teimum 38 seinastu mánaðunum vóru 37 lýggjari enn meðal, sigur DMI.