Lýtt men vátt komandi dagarnar

Eitt lágtrýst norðan fyri Føroyar fer spakuliga í ein eystan og køld luft við ælaveðri streymar framvegis inn yvir Føroyar. Týsdagin fer eitt háttrýst á veg í ein vestan inn yvir norðara partin av bretsku oyggjarnar, áðrenn nýggj lágtrýst og tilhoyrandi brúgvaløg frá hósnáttini aftur snara inn yvir Føroyar av útsynningi.

 

Í dag

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 6 til 10 m/s, sum í kvøld makar í lot til andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 2 til 7 m/s. Framvegis okkurt æl, men í støðum sólglottar, í nátt yvirhøvur turt. Hitin millum 10 og 12 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.

 

Í morgin

Lot til andøvsgul av útnyrðingi, 2 til 7 m/s, sum fer í ein vestan og útsynning. Turt og sólglottar og hitin millum 10 og 14 stig. Um náttina lot til gul av útsynningi og suðri, 2 til 5 m/s. Turt og sum frá líður skýggjað og hitin millum 6 og 9 stig.

 

Mikudagin

Hann øtlar vindin út á dagin í gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 6 til 10 m/s. Turt og fyrst sólglottar, men út á dagin sum frá líður skýggjað. Hitin millum 10 og 13 stig. Um náttina øtlar hann eitt skifti í andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum út á náttina makar í lot til andøvsgul av útsynningi og vestri. Skýggjað og sum frá líður támut og regn og hitin um 10 stig.

 

Hósdagin

Lot til andøvsgul av útsynningi og vestri, 2 til 7 m/s. Fyrst regn, men seinni samdrigið og turt og hitin millum 10 og 14 stig. Um náttina øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 m/s. Sum frá líður skýggjað og regn og hitin um 9 stig.

 

Fríggjadagin

Hann øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 m/s, sum út á náttina makar í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Samdrigið og regn, seinni klárar í, men okkurt æl. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 4 og 8 stig.