Sunset-kappingin
Nógv høvdu væntað ein spennandi dyst og eina harða avbjóðing fyri oddaliðið Stjørnuna, tá ið tær sunnudagin vóru á Hálsi og dystaðust við triðfremsta liðið í kvinnudeildini Neistan. Men dysturin gjørdist ongantíð so spennandi, sum fleiri kanska høvdu væntað, tí Stjørnan var snøgt sagt væl betri enn Neistin.
Skjótt álopsspæl
Í fyrra hálvleiki av dystinum megnaði Neistin so dánt at fylgja við Stjørnuni, men so hvørt sum hálvleikurin leið, øktist munurin millum liðini, so at Stjørnan var fýra mál framman fyri í steðginum.
Hendan leiðsla øktist skjótt beint eftir steðgin, tá ið Stjørnan gjørdi ein vørr, og tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin, høvdu gestirnir úr Klaksvík lagt seg á odda við átta málum.
Tað var serliga tað kvika álopsspælið hjá Stjørnuni, ið gav neistaverjuni trupulleikar, og tað kom fleiri ferðir fyri, at verjan hjá havnarliðnum ikki var komin upp á pláss, áðrenn bólturin lá í netinum. Eisini dugdu tær hjá Stjørnuni sera væl antin at bróta seg gjøgnum miðjuna á verjuni hjá heimaliðnum ella spæla strikuna leysa, og ofta sá tað ógvuliga lætt út hjá teimum. Harumframt hevur Stjørnan ein stóran styrk í mun til hini kvinnuliðið, tí at tær hava so mikið góða breidd, at tær kunnu skifta nógv út á liðnum, uttan at liðið viknar av tí sama.
Í hinum endanum gekk tað ógvuliga striltið hjá Neistanum at spæla seg ígjøgnum vælskipaðu verjuna hjá klaksvíkingum. Tá ið tað so hendingaferð eydnaðist, hevur Stjørnan í Agnes og Fríðu Petersen altso tveir av bestu kvinnuligu málverjunum í landinum, og tær høvdu fleiri góðar bjargingar sunnudagin.
Oddabrak komandi sunnudag
Komandi sunnudagin skulu kvinnuliðini aftur í eldin, og tá verður oddabrak norðuri í Klaksvík, har Stjørnan fær vitjan av harðastu kappingarneytunum úr VB.
Hesi bæði liðini hava verið tey mest vinnandi í føroyskum kvinnuhondbólti seinnu árini, og tað skuldi verið løgið, um ikki annað teirra gerst føroyameistari í ár.
Neistin, sum sær út til at noyðast at taka til takkar við einum bronsuplássi í ár, fær vitjan av VÍF, og tað eigur at verða ein sigur til havnarliðið.
Neistin-Stjørnan 17-26(10-14)
Neistin: Annika Thomsen 4, Simona Petersen 4, Marjun Tróndarson 4(2), Ása á Neystabø 3, Lív Sørensen 1, Kára á Dunga 1
Stjørnan: Alina Olaru 5, Joan M. Djordjevic 5(2), Katarina Stjepanov 4, Annika Ljósstein 4(3), Bára S. Klakstein 3, Una Olsen 3, Anna Kristina Samson 2
Brotskøst: Neistin 3(2), Stjørnan 8(5)
Útvísingar: Neistin 4, Stjørnan 2
Dómarar: Brandur Johansen og Heri Petersen