Lætt hjá Neistanum

Í tølum gjørdist talan um rættiliga tryggan sigur, men veruleikin er, at Kyndil fyri tað nógva tóktist hava tamarhald á dystinum.

Seinasta korterið gekk tó heilt galið hjá teimum grønu. Neistin otaði seg framum, og so bar brádliga alt til hjá teimum bláu, men kyndilsmenn tóktust alt meira mótfalnir, sum minuttirnir gingu.

 

Sum ikki einaferð var David Edvardsen stóri málslúkurin hjá Neistanum. Hann skeyt 11 mál. Fyri Kyndil skoraði Høgni Klein 8 mál.

 

Neistin-Kyndil 34-27 (14-15)