Hvussu er tað nú eg skal gera? Verði eg noyddur at stevna, skal eg hava meirvirðisgjaldið av skrásetingargjaldinum aftur? Ífall, hvønn skal eg so stevna? Loysir tað seg so at stevna?
Ofta hevur hann, ið keypti sær nýggjan bil í tíðarkskeiðinum millum 1999 og 2005, sett sær hesar spurningar í seinastuni. Í miðlunum hevur verið nevnt, at einstakir bilkeyparar hava stevnt TAKS, aðrir hava stevnt bilasøluni, summir báðum, meðan onkur bilasølua eisini hevur stevnt TAKS. Men lítið og einki hevur verið frammi um, hvussu tann vanligi borgarin skal fyrihalda seg til hetta. Vit hava tí ringt til bilasølu og spurt, hvussu tú kann gera.
Lætt nokk
Vit hava ringt til VR Bilar og spurt, hvussu mannagongdin er, vil tú hava hesar pengarnar, sum tú hevur goldið ov nógv, aftur.
- Hatta er lætt nokk. Tú kann venda tær til bilasøluna, har tú keypti bilin, og biðja um ein faktura upp á bilin, hevur tú mist tann upprunaliga vekk. Har standa allar upplýsingar á, ið tær tørvar. Síðan skrivar tú bert eitt bræv til TAKS har tú skrivar okkurt líknandi við at »Undirritaði søkir hervið, sæmbært hjálagda faktura , um endurgjald av ov nógv goldnum MVG av skrásetingargjaldinum«. Síðan setur tú tína undirskrift á, og sendir til TAKS, sigur Jóhan Petur Olsen, søluleiðari hjá VR Bilum.
Stutt eftir at bilkeyparin hevur sent brævið til TAKS, har hann biður um at fáa ov nógv goldna MVG’ið av skrásetingargjaldinum, fær hann eitt bræv aftur frá TAKS, har tey siga sína meining.
Her skal tó viðmerkjast, at tað er treytað av útfallinum á rættarmálunum, sum í løtuni koyra, um MVG’ið verður goldið aftur ella ikki.
Ringja dagliga
Í seinastuni hava alsamt fleiri ringt til bilasølurnar at biða um hjálp.
- Í seinastuni hevur tað verið dagliga, at fólk ringja og spyrja um hvussu tey skulu fyrihalda seg. Síðan tað var uppi og vendi í fjølmiðlunum hava vit merkt, at tað eru nógv sum ikki heilt vita hvat og hvussu, greiðir Jóhan Petur Olsen frá.
Sambært sølumanninum er hetta ein mannagongd, ið er mestsum komin av sær sjálvum.
- Hetta eru ikki nakað, ið er fastlagt at tað skal fara fram soleiðs, men hetta er nokk fyri sikkurheits skyld, fyri at verja seg móti fyrning og so framvegis, sigur Jóhan Petur Olsen.