Lítlu kommunurnar skoraðu kassan

Tað vóru yvirhøvur tær lítlu kommunurnar, sum fingu nógv fleiri skattakrónur í fjør enn tær fingu í 2009. Men ávís undantøk vóru. Hetta vísir ein uppgerð, sum Taks hevur gjørt yvir inntøkurar hjá teimum ymsu kommununum av kommunuskattinum í fjør afturímóti í fyrrári.

Sum tað sæst longur niðri á Portalinum eru inntøkurnar av skatti hækkaðar í fjør, afturímóti 2009, bæði hjá landi og kommunum.

Hinvegin er tað rættiliga ymisk, hvussu tað skarst hjá teimum ymsu kommununum.

Men sum heild sæst, at tað var í teimum smáu kommunum, at inntøkan vaks mest í fjør afturímóti 2009.

Í serflokki størstu framgongdina í prosentum, hevði Fugloyar Kommuna, har inntøkan av kommunuskatti var heili 39,2% størri í fjør enn hon var í 2009.

Men eisini hjá hinum smáu kommununum í Norðoyggjum skarst rættiliga væl. Hjá Viðareiðis kommunu var talan um ein vøkstur upp á 19,97% í skattainntøkunum í fjør afturímóti 2009. Hjá Húsa Kommunu var vøksturin 19,62%, Í Kunoy var vøksturin 17,08% og í Hvannasundi var hann 13,05%.

Ein onnur kommuna, har tað fleyt í kassan var í Hovi, har meirinntøkan var 10,55% í fjør, aftur ímóti í 2009.

Men eisini hjá einstøkum størri kommunum skarst væl. Serliga fegin eru tey uttan iva í Klaksvík, har vøksturin var 10,66%, í Eysturkommunu var vøksturin 13,18% og í Sunda kommunu, har vøksturin var 12,91%.

Annars er størri og minni vøkstur í næstan øllum kommunum og í høvuðsstaðar kommununi var vøksturin 7,88%.

Hinvegis vóru tað fýra kommunur, har tað gekk so mikið illa, at skattainntøkan minkaði í fjør, afturímóti í 2009.

Í Fuglafirði var talan um eina lítla minking upp á 0,28%.

Hinar tríggjar kommunurnar, har inntøkan lækkaðu eru allar í Sandoyarøkinum. Í Skúvoy var lækkingin 1,26% á Sandi var minkingin 1,75% og størsta minkingin var í Skálavíkar Kommunu, har minkingin var 2,26%.