Franska løgreglan hevur funnið pinkubarnið, sum bleiv rænt á føðideildini á einum sjúkrahúsi í býnum Nancy í gjár. Sagt verður, at Lucas, sum er tríggjar dagar gamal, hevur tað gott.
Løgreglan sigur, at tað var ein 17 ára gomul kvinna, sum burturflutti drongin. Kvinnan, sum var ílætin sum sjúkrarøktarfrøðingur, tók barnið, meðan mamman svav.
-Vit funnu Lucas heima hjá einari kvinnu, og tað er greitt, at hetta er sama kvinna, sum sæst á vakmyndatólunum á sjúkrahúsinum, sigur Thomas Pison hjá løgregluni í Nancy. Hann sigur, at kvinnan sýtti fyrst fyri at hava tikið drongin, men at hon seinni játtaði seg seka.
Trý onnur fólk, sum vóru í íbúðini, eru eisini tikin og verða nú avhoyrd. Talan er um tveir menn og eina kvinnu.










