Tað er synd at siga, at íslendska landsliðið, sum seinnapartin fer at spæla ímóti Føroyum, er samansett av mest royndu og eyðsýndu íslendsku fótbóltsspælarunum. Dagurin í dag er ikki altjóða landsdystardagur, og tí eru Eiður Smári Guðjohnsen um Barcelona og hinir íslendingarnir, sum spæla í Bretlandi og niðri á meginlandinum, upptiknir hjá arbeiðsgevaranum, sum rindar teimum løn.
Svenska landskappingin er framvegis í vetrarfrí. Tí eru tríggir spælarar frá Göteborg felagnum GAIS við í landsliðshópinum. Rúrik Gíslason, sum ikki hevur vunnið sær pláss millum teir bestu í Viborg, er komin heim, og tað er Jóhann Berg Guðmundsson úr hollendska AZ Alkmaar eisini.
Tann, sum hevur fingið mest upp á landsliðsloggið, er verjuspælarin úr Vali, Bjarni Ólafur Eiriksson, sum hevur spælt ellivu ferðir á landsliðnum.
Ólafur Jóhannesson, venjari, hevur boðað frá, at hesir ellivu fara at standa rættir á vøllinum, tá ið O, Guð várt land og Tú alfagra land mítt fara at verða spældir: Stefán Logi Magnússon, KR - Guðjón Árni Antoníusson, Keflavík, Bjarni Ólafur Eiríksson, Valur, Atli Sveinn Þórarinsson, Valur, Guðmundur Reynir Gunnarsson, GAIS - Rúrik Gislason, Viborg FF, Jónas Guðni Sævarsson, KR, Davíð Þór Viðarsson, liðformaður, FH, Eyjólfur Héðinsson, GAIS, Jóhann Berg Guðmundsson, AZ Alkmaar - Guðjón Baldvinsson, GAIS.
Tríggir av hesum fara at umboða Ísland fyri fyrstu ferð. Teir eru Rúrik Gíslason úr Viborg, Guðjón Baldvinsson úr GAIS og Guðjón Árni Antoníusson´úr Keflavík.