Tað eru neyvan nógv í Føroyum sum kenna lítlu Iru úr Ukraine. Tað gjørdu svensku læknarnir heldur ikki, sum fyri nøkrum árum síðani skurðviðgjørdu hana.
Í dag er hon sum einhvør onnur fýra ára gomul gent. Hon spælir allan dagin, dámar bomm og hevur nógvar vinir, sigur erni faðir hennara, Valerij Shevchuk.
Takkað verið svenska Aftonbladet og Skandinavisku Barnamissiónina hevur
Ira Shevchuk nú fingið eitt nærum vanligt andlit. Enn vanta kortini nakrar skurðviðgerðir, men eftir tær vænta læknarnir at tað misfarna andlitið verður sera gott aftur.
Ira hevur kortini mist sjónina í eina eyganum, og arrini í andlitinum ber ikki til at gera nakað við.
Men tað sum er hent fyri dóttur okkara er heilt ótrúligt, sigur Valerij Shevchuk.
Ira varð fødd við stórum brennimerkjum yvir meginpartin av andlitinum, og læknarnir í Ukraine góvu henni fáar møguleikar yvirliva. Eftir teirra meting fór hon at doyggja fáar mánaðir seinni av skaðunum.
Men Ira var heppin: Umvegis vinir fingu foreldur hennara, Nadja og Valerij Shevchuk samband við leiðaran í Skandinavisku Barnamissiónini, Bo Wallenberg.
Vit vóru sera fátøk og høvdu ikki pening at útvega nakra viðgerð til dóttur okkara. Eg arbeiddi innan landbúnaðin og forvann bert einar 200 kr. um mánaðin, sigur Valerij Shevchuk.
Saman við missiónini tók Aftonbladet stig til eina peningainnsavning til eina skurðviðgerð fyri Iru. Henda innsavningin gav eina hálva millión krónur eftir fáum mánaðum, soleiðis at læknarnir á Universitetssjúkrahúsinum í Malmø kundu bjarga lívinum hjá Iru.
(Kelda: Aftonbladet 15. februar 1999)