"Lítla" fer at hugleiða

Í dag, sunnudagin 9. desember klokkan 18, verða jólini sungin inn í Skála kirkju.

Í dag, sunnudagin 9. desember klokkan 18, verða jólini sungin inn í Skála kirkju. Nýggir jólasálmar úr sálmabókaískoytinum verða sungnir afturvið góðum tónleiki, sum lokalir tónleikarar taka sær av.

 

Nikolina (Lítla) Mikkelsen fer at hava jólahugleiðingar, og eisini verða tónleikaframførslur.

 

Hetta er nú 9. árið á rað, at skipað verður fyri hesum tiltaki. Frammanundan hava onnur fólk við tilknýti til bygdina hugleitt um jólaminnir frá aðrari tíð og øðrum mentanum.

 

- Lítla (Nikolina Mikkelsen) er sera virkin í bygdasamfelagnum, og hon dugir væl at siga frá. Eftir gudstænastuna verður ein drekkamuður at fáa í kirkjukjallaranum, siga tey, sum skipa fyri á Skála.