- Tað er ein heiður at sleppa at standa her í dag, legði Petur Skeel Skarðsá fyri við at siga, og helt áfram og segði, at tað er á hesum degi, at vit eiga at minnast tey við virðing, sum hava vunnið arbeiðaranum tey rættindi, teir hava í dag.
Petur Skeel Skarðsá vísti á, at hóast umstøðurnar hjá arbeiðarunum kring knøttin eru ymiskar, so er felagsnevnarin fyri teir allar, at tilverugrundarlagið er tengt at tí hendur og armar skapa.
Tá ið hetta var sagt, gjørdist røðan meiri politisk. Petur Skeel Skarðsá tosaði søk verkamansins, og tað hoyrdist eisini aftur. - Politikkararnir geva við aðrari hondini, og taka tvífalt aftur við hinari, samstundis meðan gjógvin millum tey tímaløntu og tey, sum eru betur lønt, bara veksur, vóru nøkur av sjónarmiðunum hjá Peturi Skeel Skarðsá.
Í røðuni varð eisini staðfest, at dagsins ungdómur ikki sá nakra framtíð í ófaklærda arbeiðsmarknaðinum, tí í dag krevja og vænta øll, at tú fært teir eina útbúgving. Men til hetta spurdi Petur, hvussu tað so fór at enda, um ongin tímdi at arbeiða á fiskavirkjunum, tí tey hava so sanniliga týdning fyri útflutningsvinnuna.
Visión ella hvørvisjón
Í øllum trimum talunum, sum vóru hildnar á Vaglinum í gjár, varð nomið við visión 2015. Petur Skeel Skarðsá segði, at vit mugu føra skilagóðan politik hesum viðvíkjandi, tí orð í sær sjálvum skapa onga visiónir. - Fólkið má skilja visiónstosið, og arbeiðarin má vera partur av dagsskránni, og fáa somu sømdir sum tey alment løntu, tí annars er tað skjótt, at talan verður um eina hvørvisjón heldur enn visión 2015, segði Petur Skeels Skarðsá.
Í endanum á røðu sínari skeyt Petur Skeel Skarðsá upp, at løgtingslimirnir og landsstýrismennirnir áttu at havt tveir lønarfríar mánaðir árliga, tí tað hevði verið nakað, sum veruliga sást aftur í landskassanum.










