Seinasta leygardag skipaði borðtennisfelagið Nykur fyri fiskikapping við tráðu á Skálafjørðinum. Hetta er aðru ferð, at felagið skipar fyri eini fiskikapping, og ætlanin er at hava enn eina kapping miðskeiðis í summar. Hin fyrra fiskikappingin, sum Nykur skipaði fyri, var í august mánað í fjør. Tá vóru stívliga 70 tráður tilmeldaðar, og dagurin eydnaðist stak væl. Í kappingini í august var loyvt at fiska av Neshamri á Nesi og inn á Skipanes.
Í fiskikappingini, sum felagið skipaði fyri seinasta leygardag, varð loyvt at fiska um allan Skálafjørðin - heilt av Neshamri um allan fjørðin og út á Raktanga á Strondum.
Hóast hetta var á hávetursdegi, var luttakaratalið seinasta leygardag líka so stórt, sum í kappingini í august, stívliga 70 tilmeldaðar tráður.
Í eini slíkari kapping eru stundum meiri enn hin eini um hvørja tráðu, tí faðir og sonur - ella móðir og dóttir - hava kanska eina tráðu.
Roknast kann tí við, at samlaða luttakaratalið bæði hesaferð og í kappingini í fjør heyst hevur ligið um 100.
Væl meiri var at fáa í kappingini í fjør heyst enn í kappingini seinasta leygardag.
Tað vísti seg ikki, at fiskurin tók, fyrr enn tað leið langt út á seinnapartin. Tí gjørdist tann stóra nøgdin, sum fólk komu aftur við, skrubbur. Men hetta var eisini stuttligt hjá teimum, sum ikki eru so von við at fiska, har tari er fram við landi.
Hópur av vinningum vóru at vinna, og hóast veiðan var lítil, eydnaðist felagnum kortini at fáa allar vinningarnar út til luttakararnar.
Tað var Bill Justinussen, løgtingsmaður, sum handaði steyp, medaljur og vinningar annars í Café Hópinum á Toftum eftir annars sera væl eydnaðu kappingina.
Á Portalinum liggur myndarøð, har nakrar myndir eru, sum vórðu tiknar í Café Hópinum undir handanini.










