Lítil vandi fyri fuglakrími í Evropa

Hóast fuglakrím er staðfest í Landssynningsevropa, er lítil vandi fyri, at sjúkan fer at gera um seg í okkara heimsparti

- Tað er sera lítil vandi fyri, at fuglakrímið fer at smitta fólk, sigur Johan Giesecke á influensudeildini hjá ES. Hann hevur fingið starvið sum vísindaligur leiðari á nýggju influensudeildini, sum ES hevur stovnað, og sum heldur til undir liðini á Karolinska sjúkrahúsinum í Stockholm.
Johan Giesecke sigur, at tey, sum arbeiða við sjúkum ella deyðum fugli um dagarnar, eru í einum ávísum vanda fyri at verða smittað, men hinum nýtist als ikki at hugsa um tað. Hann heldur, at vandin fyri, at fuglakrím fer at smitta fólk í Evropa, er sera lítil, men at vandin er størri í londunum í Landssynningsasia, har tað er vanligt at selja livandi fugl á marknaðunum.
Spurdur, hvussu stórur vandin er fyri, at fuglakrím sum frá líður fer at smitta ímillum fólk, svarar Johan Giesecke, at tað dugir eingin at siga í dag. Sama svar hevur stjórin á influensudeildini, Zsuzanna Jakob.
Johan Giesecke heldur, at fólk blanda fuglakrímið saman við tær vanligu krímsjúkurnar, sum koma umleið 25. hvørt ár.
- Hesum afturvendandi krímsjúkunum sleppa vit ikki undan. Vit vita ikki, um tann næsta kemur í morgin ella um tíggju ár, men vit eiga at vera fyrireikað, sigur hann og leggur afturat, at eftir hansara tykki er tilbúgvingin á hesum økinum ikki nóg góð. Johan Giesecke heldur, at vit mugu eisini góðtaka vandan fyri, at fuglakrímið kann fara at breiða seg um allan heimin einaferð. Hinvegin kunnu vit ikki gera heilivág ímóti sjúkuni, fyrr enn vit vita, hvussu virusið er háttað, leggur hann afturat.