Í 2012 var bruttotjóðarúrtøkan, BTÚ, 13.502 milliónir krónur.
Tað eru 248 millónir meira enn í 2011, vísir ein fyrbilsuppgerð hjá Hagstovuni.
Sum heild var gongdin í fjør tann, at tað var framgongd í ídnaðarframleiðslu og privatum tænastuvinnum, afturgongd í tilfeingisvinnum, samstundis sum almenna virksemið stóð í stað.
Eftir minkingina í 2008 og 2009 er bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum vaksin seinastu trý árini.
Men sum myndin vísir, so hevur vøksturin verið minkandi. Vøksturin var 7 prosent í 2010, 2,4 prosent í 2011 og 1,9 prosent í 2012.
Uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at virðisøkingin í matvøruídnaðinum vaks 9,4 prosent, og tað er væl meira enn vanligt hesi seinastu árini.
Her er tað serliga uppisjóvarvinnan, sum gjørdi góðan mun í fjør, men annas hevur framgongd verið í mestsum allari fiskavirking.
Eisini annar ídnaður hevði framgongd í fjør, men virðisøkingin í byggivinnuni minkaði aftur í 2012 eftir ein vøkstur í 2011.
Bæði í fiskiskapi og fiskaaling minkaði virðisøkingin, og samanlagt er minkingin 9,2 prosent í tilfeingisvinnum.
Eftir stóra vøksturin undanfarnu árini, serliga í 2010, minkaði virðisøkingin í fiskiskapi 3,2 prosent í 2012.
Mesta afturgongdin hevur verið í feskfiskaveiðuni, og tað eru bæði vánaligari fiskiskapur, lægri fiskaprísir og hægri oljuprísir, sum hava ávirkað gongdina tann skeiva vegin.?
Virðisøkingin í fiskaaling gjørdi eitt rættiligt lop frá 2009 til 2010, men seinastu tvey árini er virðisøkingin minkað niður aftur á sama støði sum í 2009, hóast tøkan er vaksin munandi.
Orsøkirnar eru bæði minni virði og hægri framleiðslukostnaður, sigur Hagstovan.
Virðisøkingin í almennari fyrisiting og tænastu stóð mestsum í stað, tí broytingin var einans 0,4 prosent.
- Hetta líkist ikki gongdini, sum hevur verið seinastu mongu árini frammanundan, eitt nú var miðalvøksturin frá 2001-2011 næstan 6 prosent um árið, sigur Hagstovan.
Í øðrum tænastuvinnum vaks virðisøkingin 4,5 prosent í 2012, nakað meira enn árið fyri.
Her er talan um handil og umvæling, gistingarhús og matstovur, flutningur og samskifti, fígging og trygging, kunningartøkni, fastognaumsiting og aðrar handilsligar tænastuvinnur, sigur Hagstovan.