Í Chicago varð ein kanning gjørd av tveimum hormunum "leptin", sum tálmar matarlystin, og "ghrelin", sum økir um matarlystin.
Tey, sum lúttóku í hesi kanning, svóvu fýra tímar hvørja nátt í tvær nætur. Úrslitið bleiv samanborið við, tá tey somu fólkini svóvu í 10 tímar.
Tað vísti seg, at lítil svøvnur minkaði um hormonið, sum tálmar matarlystinum og veksur um hormonið sum økir um matarlystin. Úrslitið vísir eisini, at lítil svøvnur ger at persónurin kennir seg svangan og fær betur matarlyst, serliga er hetta galdandi fyri kaloriuríkan mat við høgum karbohydrat innihaldi.
Granskarar kjakast nú um mangul upp á svøvn er ein risikofaktor og um fiti-farsóttin í USA hevur samband við at fólk har í miðal sova 1-2 tímar minni, enn tey gjørdu fyri 40 árum síðan.
Kelda: Den norske lægeforening