Lítil sagimaskina sparir nógvan pening

- Spard tíð er spardur peningur, sigur Ronald Poulsen. Á messuni í Danmark fekk hann fatur á eini lítlari, men kortini hentari sagimaskinu.

Saging: Hann er ungur í sinni, og er ikki bangin fyri at leita eftir tí nýggjasta nýggja og tí besta.
Millum luttakararnar á Byggeri 2006 var Ronald Poulsen, starvsmaður á Veg- og Kloakkdeildini hjá Tórshavnar Kommunu.
Í arbeiði sínum kunnu teir koma út fyri, at neyðugt er at saga rør sundur ella teir mugu inn um eitt fundament fyri at loysa ein trupulleika.
Hetta er ikki altíð eins lætt, tí illa er sleppandi til við teimum vanligu sagimaskinunum.
Men her á byggimessuni fann hann eina maskinu, sum kann verða til stóran fyrimun og lætta í arbeiði teirra.
Ronald sá hana, kannaði hana og keypti hana eisini.
- Og nú gleði eg meg bara til hon verður tikin í brúk her hjá okkum, sigur tann altíð so fryntligi Ronald Poulsen.
 
Lættir um
Henda nýggja maskinan, sum bæði er lítil og løtt, skal nýtast til betong-saging. Hon kann sum einki saga 30 cm. inn í ein múr.
- Fyrimunurin við henni er, at hon sagar líka skjótt inn í ein betongmúr sum hon sagar gjøgnum træ, greiðir Ronald frá.
Henda serstaka maskinan er ein ketusag, og tað gevur henni uppaftur aðrar fyrimunir.
Brúkar ein tær vanligu rundsagirnar at saga við, verða sárini ofta rættiliga stór. Tað sleppur ein nærum undan við hesari.
- Haraftrat er støðan eisini hon, at tað er ikki allastaðni at vit kunnu sleppa runt um at saga. Nú kunnu vit klára alt frá bert einari síðu, sigur Ronald.
 
Kloakkir
Sum starvsmaður á Veg- og kloakkdeildini í Havn sær hann nógvar eyðsýndar fyrimunir við hesi nýggju ketusagini.
Ein partur av arbeiðinum á hesi deildini er at arbeiða við teimum mongu kloakkleiðingunum í høvuðsstaðnum.
Skulu teir annaðhvørt saga eitt betongrør sundur, ein brunn ella talan er um eitt fundament fyri at koma inn í eini hús, sleppur ein ikki altíð eins væl framat við eini rundsag bara frá einari síðu.
Ein fyrimunur aftrat við hesi nýggju sagini er, at hon er løtt og vigar ikki meiri enn eini seks kilo.
Tað krevst eitt anlegg at dríva hana, og hetta anleggið til oljutrýst eigur kommunan eisini.
 
Sparir tíð
Undan hesi stóru byggimessuni var Ronald kunnaður um, at ein slík sag var at finna her.
Tað gekk heldur ikki long tíð, til hann hevði funnið básin har henda maskinan var at fáa til keyps. Og maskinan varð eisini keypt!
- Fyri meg er eingin ivi um, at henda maskinan fer at spara seg innaftur rættiliga skjótt í tíð.
- Og ikki tær at siga, so er tíð eisini peningurin, sigur Ronald við einum brosi.