Sambært meting um tilfeingi, sum Fiskamarknaður Føroya hevur gjørt fyri komandi viku, er lítil veiða eftir botnfiski undir Føroyum í løtuni. Seks skip eru á gulllaksi, fýra línuskip eru undir Íslandi - og bert tveir trolbátar og tvey garnaskip eru í vinnu. Í einum samandrátti av metingini fyri komandi viku verður sagt, at línuskipuni eru fyri tað mesta á djúpum vartbi undir Føroyum, og fýra línuskip eru í løtuni undir Íslandi.
- Vit vænta eitt línuskip mánadagin, og so koma onkur seinni í vikuni eisini. Línuskipini fiska mest brosmu og longu, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Um útróður verður sagt, at streymurin verður vánaligur í vikuni, men veðrið verður hampiligt.
- Tó vænta vit ikki nógvan útróður, men teir bátar, sum eru úti, fáa mest av hýsu og toski, verður lagt aftrat.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at nakrir djúpvatnstrolarar royna á djúoum vatni, har teir fáa svartkalva og kongafisk Aðrir fiska upsa og ein fiskar djúpvatnsfisk, sum verður landaður uttanlands.
- Partrolararnir hava smáligan fiskiskap. Teir koma inn at landa gjøgnum vikuna. Summir fáa eitt sløg av toski uppi í upsanum - og eitt sindur av øðrum fiskasløgum.
Lagt verður aftrat, at í løtuni eru seks ísfiskatrolarar á gulllaksaveiði.
Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at bara tveir trolbátar eru úti, og roknað verður ikki við fleiri bátum, fyrr enn landleiðin letur upp aftur, helst hin 24. mai.
- Annar trolbáturin verður inni mánadagin og hin helst seinni í vikuni.
At enda verður sagt, at tvey garnaskip eru til fiskiskap í løtuni. Eitt skip liggur við maskinbreki, men tey garnaskip, sum eru í vinnu beint nú, koma helst inn at landa miðskeiðis í hesi vikuni.










