NAFF
Á North Atlantic Fish Fair hevði SD-Beding í Runavík, sum er virkið hjá Sørin Svenning Danielsen, ein nýggjan rasara, sum teir hava bygt. Á plássinum við inngongdina til framsýningina høvdu teir eisini aðrar kendar bátar, sum virkið byggir úr glastrevju.
Sørin Svenning sigur, at hann hevur bygt hendan rasaran sum eitt alternativ til vatnskutaran, sum hevur verið brúktur í Føroyum í nøkur ár.
- Eg sá ein slíkan rasara í Noreg. Slapp at royna hann og fekk hugskotið at byggja okkara egna rasara, sum kundi nýtast til sama endamál sum tann norski. Hetta er tó ein heilt annar bátur, sum ikki er bygdur á sama hátt sum tann norski.
Sørin Svenning, sum sjálvur hevur "designað" bátin, sigur, at rasarin er 4,10 metrar langur og er bygdur til ein persón.
Stuttleikabátur
- Vit hava roynt bátin við einum 15 hk. motori, og tá gongur hann 25 míl. Men rasarin kann saktans hava ein 35 hk. motor, og tá vænta vit, at hann gongur einar 45-50 míl.
Eigarin av SD-Beding ásannar, at ein slíkur bátur sjálvsagt skal brúkast í besta veðri og helst á deyðavatni.
- Hvør bátur er nú einaferð egnaður til síni endamál, og soleiðis er eisini við hesum bátinum, Hetta er burturav ein stuttleikabátur, sum kann verða ein avloysari hjá vatnskutaranum, sigur Sørin Svenning Danielsen.
Nýggi rasarin hjá SD-Beding kostar stívliga 20.000 krónur, umframt motorin.