Lítil og eingin vøkstur

Talið á løntakarum í Føroyum stendur mestsum í stað.

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

Uppgerðin vísir, at í mars í ár vóru 23.741 løntakarar í Føroyum, tað eru 19 fleiri enn í februar.

Síðan desember hevur vøksturin verið javnt lágur og úrslitið er, at í mars vóru einir 50 fleiri løntakarar enn á nýggjárinum.

Í prosentum er vøksturin minni enn 0,1% um mánaðin.

Í bæði byggi- og fiskivinnu er afturgongd aftur ímóti í tmars í fjør, tilsamans er afturgongdin 131 løntakarar, men bæði privatu og almennu tænastuvinnurnar hava framgongd upp á tilsamans 160 løntakarar.

Tilsamans vóru annars 29 løntakarar fleiri í mars í ár samanborið við mars í fjør.

Talvan vísir annars gongdina í løntakaratalinum hesi síðstu trý árini.