Enn er ikki heilt greitt, nær Atlantsflog fær airbussin aftur í flúgving ella um felagið møguliga kann fáa eitt annað flogfar at hjálpa til við farmaflutningi.
Tað var hósdagin í síðstu viku, at ein beltivognur á flogvøllinum í Kastrup gjørdi so mikið stóran skaða á airbus-flogfarið, at tað má umvælast, áðrenn tað kann setast í flúgving aftur.
At bara tey smærru flogførini hjá Atlantsflogi eru tøk, hevur stóra ávirkan á farmaflúgvingina, tí airbussurin hevur pláss fyri nógv meiri farmi enn tey eldru flogførini, og tí stendur nógvur farmur eftir sum nú er.
Men, hvat røkist fyri at fáa eitt annað og størri flogfar til at loysa airbussin av? Henda spurning setti Rás2 stjóranum í Atlantsflogi, Magna Arge, seinnapartin í dag.
- Nú skulu vit í fyrsta umfari fáa greiði á, hvat tað er fyri ein umvæling, sum skal gerast á airbussin. Vit hava fólk frá Airbus í Føroyum nú, sum ganga alt ígjøgnum, og vit vænta at hava eitt nokso greitt tilmæli frá teimum í morgin ella mikudagin.
Hann sigur, at Atlantsflog hevur boðað frá, at felagið flýgur ikki farm av týdningi hesa vikuna, og tí hevur felagið heitt á farmaflutningsfeløgini og Posta um at flyta mest møguligt av teirra farmi við skipi til Føroya hesa vikuna.
Magni Arge sigur, at tað er ógvuliga trupult at taka eitt annað flogfar inn eftir so stuttari tíð, tí her skulu nógv viðurskifti fáast upp á pláss.
- Tað er neyvan hugsingur um, at hetta letur seg gera fyri jól. Spurningurin er so, hvussu langa tíð tað tekur at fáa flogfarið í sving aftur og tískil, um tað yvirhøvur gevur nakra meining at fara undir eina loysn við øðrum flogfari.
Hann sigur, at Atlantsflog setir fleiri flogferðir inn við teimum smærru flogførunum, soleiðis at øll ferðafólk sleppa heim til jólar.
Stjórin sigur, at hetta kann merkja, at flogførini ikki hava pláss fyri sama farmaflutningi, sum felagið hevur havt frammanundan.
- Men, vit hyggja so eisini eftir, um vit møguliga kundu fingið eitt farmaflogfar at hjálpt til og sum kundi flutt ein part av farminum heim til jólar. Tað er ógvuliga óheppið, at hetta skuldi raka okkum júst nú, tá so nógvur flutningur er. Men vit hava sett okkum fyri, at vit skulu finna loysnir, so øll ferðafólkini sleppa heim til jólar.
Hann leggur aftrat, at tað kann vera, at øll ikki sleppa heim júst tann dagin, tey ætlaðu, men Atlantsflog skal nokk fáa øll heim til høgtíðina.
Stjórin í Atlantsflog sigur, at enn veit hann ikki við vissu at siga, um airbussurin verður umvældur í Føroyum ella aðrastaðni.
- Men, væntandi fyriliggur eitt svar um eitt nú hesi viðurskifti í seinasta lagi mikudagin, sigur Magni Arge.